Bústaðir um íbúðarverkætlan: Leiguprísurin verður avgerandi

Bústaðir um íbúðarverkætlan: Leiguprísurin verður avgerandi
Bústaðir samskifta við Húsavarðartænastuna um íbúðarverkætlanina við Villingardalsvegin í Havn
Húsavarðartænastan hevur keypt lendi fór Tórshavnar kommunu at byggja leiguíbúðir við Villingardalsvegin.
 
20.05.2026 - 13:27

- Vit mugu fyrst vita, hvat leigan verður, áðrenn vit fara uppí eina slíka verkætlan.

Tað sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum.

 


Jógvan Ósá.

 

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur annars beinleiðis heitt á almenna bústaðarfelagið um at brúka sína lániheimild til at keypa seg inn í íbúðarverkætlanina hjá Húsavarðatænastuni við Villingardalsvegin í Havn.

Jógvani Ósá sigur, at Bústaðir samskifta við Húsavarðartænastuna um málið, men Bústaðir vilja hava svar upp á fleiri viðurskifti, áðrenn støða kann kann takast til eina slíka verkætlan. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20052026_Jogvan_Osa

 

Sí eisini: Borgarstjórin: Bústaðir eiga at fara upp í verkætlan um leiguíbúðir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762