USA hevur slept ætlan um álop á Iran

USA hevur slept ætlan um álop á Iran
Samráðingar eru aftur millum USA og Iran, og Trump, forseti, sigur, at hetta verður ein góð avtala
Donald Trump, forseti, hevur slept ætlanini um at leypa á Iran.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.05.2026 - 08:01

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í gjárkvøldið, at landið hevði ætlanir um hernaðarligt álop á Iran í dag, men at ætlanin verður slept.

Trump skrivaði í gjárkvøldið á egna miðli sínum, at emirurin í Katar og krúnprinsurin í Saudiarabia hava heitt á seg um at bíða við einum ætlaðum hernaðarálopi á Iran, tí "ítøkiligar samráðingar" eru í løtuni. 

Trump skrivar, at ein avtala verður gjørd, sum verður sera góð fyri USA og øll lond í Miðeystri, og onnur eisini.

- Henda avtalan fer sum tað týdningarmesta at merkja: EINGI KJARNORKUVÁPN Í IRAN!, skrivar Trump.

 

Til reiðar at leypa á

Samstundis er Trump til reiðar at fremja stórt álop á Iran við stuttari freist, um eingin góðkend avtala fæst.

Amerikanski forsetin sigur, at USA vil fegið gera avtalu við Iran, sum forðar landinum í at útvega sær kjarnorkuvápn.

Tað kemur fram bert fáar tímar eftir, at hann hevur avlýst eitt ætlað álop á Iran í dag, tí samráðingarnar eru aftur við Iran.

- Tað sær út til, at tað eru góðir møguleikar fyri, at vit gera eina avtalu, segði Trump sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762