Loyvi at hækka grundarlag

Loyvi at hækka grundarlag
Inntøkugrundarlagið hjá teimum, sum missa arbeiðsinntøku, tí tey skulu vera um sjúk, kann hækka
Almannaverkið skal sleppa at hækka inntøkugrundarlag.
 
19.05.2026 - 06:44

Almannaverkið fær nú heimild at hækka inntøkugrundarlagið hjá teimum, sum leingi hava fingið veiting fyri fulla tíð, og har upprunaliga ásetta inntøkugrundarlagið er minni enn inntøkan, sum mett verður, at viðkomandi undir vanligum umstøðum hevði havt.

Talan er um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, tí barn, sum ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi fólk ella fólk við seinheilaskaða vera ansað.

Endurgjald verður eisini latið, tá foreldur missa barn.

Almanna- og bústaðamálaráðið hevur gjørt uppskot um heimildina at hækka inntøkugrundarlagið.

Tað er nú til hoyringar.

Endurgjaldið er í mesta lagi 31.000 kr. um mánaðin í ár.

Tað var 26.814 kr. í 2024 og í 2025.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762