Ætlar at skipa borgarliga minnilutastjórn í Danmark

Ætlar at skipa borgarliga minnilutastjórn í Danmark
Troels Lund Poulsen miðar eftir, at Vinstri, Konservativi flokkurin og Liberal Alliance skipa stjórn
Troels Lund Poulsen, samráðingarleiðari, á tíðindafundi fyrrapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.05.2026 - 13:14

Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstraflokkinum,  boðaði á tíðindafundi fyrrapartin frá, at hann miðar eftir at skipa borgarliga minnilutastjórn við Vinstra, Konservativa flokkinum og Liberal Alliance.

Troels Lund Poulsen, sum er samráðingarleiðari, vil tryggja sær, at meiriluti ikki verður ímóti minnilutastjórnini, um hon verður skipað. Hann ætlar sjálvur at vera forsætisráðharri:

 

19052026_Troels

 


Lars Løkke Rasmussen. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum, sum hevur lyklastøðu, nú stjórn verður skipað, sigur seg undrast á, at Troels Lund Poulsen ikki roynir eftir eini stjórn tvørtur um politisku miðjuna.

Lars Løkke Rasmussen, sum sjálvur vildi hava Troels Lund Poulsen til samráðingarleiðara, vísir á, at formaðurin í Vinstra hevur nakrar dagar aftrat at skipa stjórn:

 

19052026_Lokke

 

Verður ætlanin hjá Troels Lund Poulsen til veruleika, fær minnilutastjórin 46 sessir í fólkatinginum.

 

Trýstið liggur á Løkke

Politiski viðmerkjarin hjá TV2, Hans Engell, sigur, at nú liggur trýstið á Lars Løkke Rasmussen, tí  spurningurin er, um hann fær meira av sínum politikki framdan við eini stjórn millumVinstra, Liberal Alliance og Konstervativa flokkinum enn við Mettu Frederiksen og Sosialdemokratunum.

- Stóri munurin er, at hjá Mettu Frederiksen hevði hann fingið ráðharrasess, men tað fær hann ikki í uppskotinum um stjórn hjá Troels Lund Poulsen, sigur pHans Engell við TV2.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762