6.000 fermetrar til bústaðarbygging í Kollafirði

6.000 fermetrar til bústaðarbygging í Kollafirði
Økið er boðið út, og freistin at bjóða er á middegi 17. juli
Hetta økið í Kollafirði er boðið út til bústaðarbygging og fríøki.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
19.05.2026 - 11:50

Tórshavnar kommuna bjóðar nú slakar 6.000 fermetrar til íbúðar- og/ella raðhúsabygging í Kollafirði.

Nágreiniliga er økið 5.772 fermetrar.

Tað er ætlað til bústaðarbygging við fríøkjum og øki uttanum.

Minst 30 prosent av økinum skulu skipast sum frí- og uppihaldsøki.

Økið er miðskeiðis í bygdini.

Freistin at bjóða er á middegi 17. juli.

Politisk avgerð verður tikin í september ella í oktober, sigur kommunan.

Bústaðarskylda verður kravd.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762