Kanna hendingina í Vestmanna

Kanna hendingina í Vestmanna
Bátur rendi í síðuna á Brimli, og fleiri fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið
Politiið kannar framvegis málið, tá ein bátur rendi í síðuna á Brimli í Vestmanna leygardagin. (Savnsmynd)
 
18.05.2026 - 11:23

Politiið sigur seg framvegis einki kunna siga um hendingina í Vestmanna seinnapartin leygardagin.

Málið verður kannað, sigur politiið.

Men Vørn skrivar í morgun, at ein bátur rendi í síðuna á Brimli.

Eitt fólk var flutt á Landssjúkrahúsið við tyrlu. 

Hini, sum vóru umborð, blivu flutt í land, og fóru síðani við sjúkrabili til Landssjúkrahúsið.

Tey høvdu smærri snuddir, skrivar Vørn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458