Iran hevur sent USA mótuppskot

Iran hevur sent USA mótuppskot
Iranskir miðlar skriva, at USA hevur sett alt ov stór krøv
Hormuz-sundið. Nú hevur Iran sent USA mótuppskot.
 
18.05.2026 - 13:56

Iranska uttanríkisráðið sigur, at tað hevur svarað nýggja uppskotinum frá USA, sum miðar eftir at enda kríggið.

Talsmaðurin fyri iranska uttanríkisráðið, Esmaeil Baqaei sigur, at samskiftið millum Iran og USA heldur fram gjøgnum pakistansku semingsmenninar, og at Iran í gjárkvøldið sendi teimum eitt endurskoðað mótuppskot.

- Soleiðis sum vit kunngjørdu í gjár, hava vit sent víðari okkara stúranir um amerikanska partin, sigur hann. 

Iranskir miðlar skriva, at USA hevur sett alt ov stór krøv.

Men amerikanski forsetin, Donald Trump, er farin at ótolnast um Iran.

- Tíðin gongur undan hjá Iran, og teir eiga at skunda sær, tí annars verður einki eftir av teimum, skrivaði Trump í gjár í fráboðan á egna miðli sínum.

 

Loynifundur

Trump fer í morgin á fund í trygdarrúminum í Hvítu húsunum, nevnt Situation Room, skrivar Axios, sambært Reuters.

Rúmið verður nýtt, tá ið forsetin heldur serliga loyniligan fund um amerikanska verju.

Ovasta trygdarráðið í USA verður við á fundinum, skrivar Reuters.

Á skránni eru hernaðarligir valmøguleikar fyri kríggið í Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762