Hótta aftur við verkfalli

Hótta aftur við verkfalli
Sjómannafelagið í Íslandi hevur aftur sent Eimskipum og Faroe Ship verkfalshóttan
Brúarfoss.
 
18.05.2026 - 07:14

Sjómannafelagið í Íslandi hevur aftur sent Eimskipum og Faroe Ship verkfalshóttan.

Fæst ikki semja um nýggjan sáttmála fyri døgurða mánadagin 25. mai, verður verkfall fyri skipini Brúarfoss, Dettifoss og Selfoss.

Tey sigla øll til Føroya.

Einki verður sagt í fráboðanini um verkfall, hvussu leingi, verkfallið verður.

Sjómannafelagið boðaði eisini frá verkfalli at vera frá 12. til 15. apríl.

Men tað var avlýst.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458