Hava steðg í stjórnarsamráðingunum í dag

Hava steðg í stjórnarsamráðingunum í dag
Troels Lund Poulsen, samráðingarleiðari, viðgongur, at samráðingarnar eru truplar
Troels Lund Poulsen, samráðingarleiðari, hevur 14 dagar at royna at skipa nýggja stjórn í Danmark.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.05.2026 - 08:17

Steðgur eru í stjórnarsamráðingunum í Danmark  í dag. 

Áðrenn samráðingarnar halda fram, skulu partarnir gera útrokningar í ymiskum uppskotum. 

Tað skrivar formaðurin í Vinstraflokkinum, Troels Lund Poulsen, á Instagram.

Hann fekk 8. mai frá kongi litið upp í hendur at skipa stjórn, eftir at forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, í Sosialdemokratiska flokkinum gav skarvin yvir. Hon hevði tá í 45 dagar roynt at skipa stjórn.

 

Kýta seg

Troels Lund Poulsen skrivar, at allir flokkar vita, at samráðingarnar eru truplar.

- Men vit kýta okkum, og vit gera okkara besta, skrivar hann.

Hetta umfarið av samráðingarfundum byrjaði fríggjadagin við Danmarksdemokratunum og Liberal Alliance. 

Seinasti flokkur, sum hevur verið hjá Troels Lund Poulsen til samráðingar, eru Moderatarnir.

Moderatarnir hjálptu Lund Poulsen at taka við sum kanningarleiðari eftir virkandi forsætisráðharran, Mettu Frederiksen. 

Flokkurin gav eisini Lund Poulsen 14 dagar freist.

 

Búskaparligar nýskipanir

Sambært Ritzau, var millum annað stúrt fyri viljanum hjá vinstravonginum at fara undir búskaparligar nýskipanir, og tað fekk Lars Løkke Rasmussen at vísa á Troels Lund Poulsen sum samráðingarleiðara. 

Hósdagin segði Troels Lund Poulsen, at hann fer ikki at samráðast við Sosialistiska Fólkaflokkin, Alternativið og Eindarlistan.

Enn er ikki greitt, nær hinir flokkarnir fáa fundarboð.

Stjórnarsamráðingarnar eftir fólkatingsvalið í mars hava longu sett met. Gamla metið er frá 2022, tá tað tók 42 dagar hjá Mettu Frederiksen at skipa nýggja stjórn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762