Evropeiska bronsu til Janu Mittún

Evropeiska bronsu til Janu Mittún
Jana Mittún og Viborg HK vunnu á Esztergom og tryggjaðu sær bronsuna eftir tap fyri Thüringer í hálvfinaluni í gjár
 
17.05.2026 - 20:16

Jana Mittún og Viborg HK vunnu í dag bronsudystin í European League á Esztergom úr Ungarn.

Føroyski landsliðsspælarin skeyt fýra mál upp á fýra skotroyndir í 35-30 sigrinum í Dijon í Fraklandi.

Danska liðið fegnaðist um 3. plássið, men Jana Mittún og tær høvdu ivaleyst vilja spælt finalu heldur enn bronsudyst í dag.

Tað eydnaðist kortini ikki at vinna hálvfinaluna ímóti Thüringer í gjár, tá javni dysturin endaði 26-24 til týskararnar. 

Thüringer tapti í dag finaluna fyri vertunum Dijon, sum tískil hava vunnið næststerkastu evropeisku kappingina fyri feløg í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762