Russland og Ukraina hava útflýggjað tilsamans 410 krígsfangar

Russland og Ukraina hava útflýggjað tilsamans 410 krígsfangar
Russland og Ukraina hava avtalað at útflýggja hvør øðrum 1.000 fangar hvør
Ukrainski forsetin, Zelenskyj, leggur blómur í Kyiv eftir dronuálop, sum seinastu dagarnar hava kravt nógv mannalív.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.05.2026 - 09:35

Russland og Ukraina hava útflýggjað hvør øðrum tilsamans 410 krígsfangar.

Hetta er partur av vápnahvíldaravtaluni fyrr í vikuni.

Almenni russiski miðilin RIA skrivar sambært Reuters, at Russland hevur fingið 205 fangar úr Ukraina, og ukrainski forsetin, Zelenskyj, hevur skrivað á X, at landið hevur fingið 205 fangar heim úr Russlandi.

- Millum teirra, sum eru latin leys, eru hermenn og heryvirmenn. Tey flestu hava verið fangar í Russlandi síðani 2022, skrivar Zelenskyj.

Russland og Ukraina hava avtalað um at útflýggja hvør øðrum tilsamans 1.000 fangar hvør. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762