Kríggið í Miðeystri kemur væl við hjá norsku oljuvinnuni

Kríggið í Miðeystri kemur væl við hjá norsku oljuvinnuni
Í apríl útflutti Noreg ráolju fyri tilsamans 61,4 milliardir norskar krónur, sum eru 86 prosent meira enn somu tíð í fjør
Norski oljuútflutningurin er nógv vaksin, síðani USA og Ísrael lupu á Iran.
Mynd: Equinor  
 
15.05.2026 - 08:14

Kríggið í Miðeystri kastar væl av sær til norsku oljuvinnuna.

Í apríl útflutti Noreg ráolju fyri tilsamans 61,4 milliardir norskar krónur. Útflutningsvirðið er heili 86 prosent størri enn í apríl í fjør.

Oljuútflutningurin í apríl setir samstundis met, og hetta er eisini størsti oljuútflutningur higartil ein einstakan mánað.

Samlaði útflutningurin hjá Noregi í apríl var góðar 176 milliardir krónur. Vøksturin er 20,9 prosent, sammett við apríl í fjør, upplýsir norska hagstovan, Statistisk sentralbyrå.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762