Nú verður fíggingarleistur endurskoðaður

Nú verður fíggingarleistur endurskoðaður
Og tað skal vera einfaldari at avgreiða byggimál
Kommunurnar siga seg fáa ov litið úr landskassanum til eldraøkið.
 
14.05.2026 - 10:09

Fígging av eldraøkinum skal endurskoðast.

Og tað skal vera einfaldari at avgreiða byggimál. 

Tað kom burtur úr fundinum, sum landsstýrið og formansskapurin í Kommunufelagnum høvdu í gjár.

Fíggingarleisturin á eldraøkinum verður endurskoðaður.

Ein arbeiðsbólkur við fólkum úr Fíggjarmálaráðnum og Kommunufelagnum skal gera uppskot um  broytingar í fíggingarleistinum.

Ætlanin er at koma á mál í heyst.

Og nýggj lóggáva, sum skal gera tað greiðari, einfaldari og skjótari at avgreiða byggimál, verður ætlandi løgd fyri løgtingið í heyst.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762