Heilsuhjálparar og KAF fara nú til Semingsstovnin

Heilsuhjálparar og KAF fara nú til Semingsstovnin
Meðan tað gongur illa í samráðingunum hjá Heilsuhjálparafelagnum og KAF, letur Starvsfelagið væl at samráðingunum við Fíggjarmálaráðið
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. Nú er greitt, at bæði Heilsuhjálparafelagið og KAF fara til Seingsstovnin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.05.2026 - 12:20

Tað gongur illa í lønarsamráðingunum millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Partarnir koma ikki longur og fara á fund við Semingsstovnin í dag.

Øðrvísi er millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, væntar ikki, at tað fer at taka langa tíð afturat.

Sáttmálarnir hjá Heilsuhjálparafelagnum og Starvsfelaganum fóru báðir úr gildi 1. oktober. 

Í dag klokkan 13 fara Heilsuhjálparafelagið og KAF fara á fund við Semingsstovnin at greiða frá sínum sjónarmiðum. Semingsstovnurin hevur fingið tilfar frá pørtunum, og tað fer so at taka nakrar dagar at gjøgnumganga tilfarið. Eftir tað kunnu vit vænta, at semingsroynd verður gjørd.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13052026_Samradingar_og_semingsstovnur

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762