Búrhandilin fyllir 170 ár

Búrhandilin fyllir 170 ár
- Fólkið her hevur altíð stuðlað handlinum, og tað er orsøkin, at handilin hevur verið í so nógv ár, sigur Kristoffer Poulsen, sum eigur og rekur Búrhandilin
 
13.05.2026 - 08:57

- Eg føli eina ávísa ábyrgd og hugsi eisini um, hvør kann yvirtaka handilin aftan á meg.

Soleiðis sigur Kristoffer Poulsen, sum saman við konu síni eigur og rekur Búrhandilin í Skopun.

Í dag, 13. mai 2026, fyllir Búrhandilin 170 ár, tí henda dagin í 1856 lat handilin upp á fyrsta sinni.

Seinastu 36 árini hevur Kristoffer Poulsen havt handilin.

- Hetta er ikki bara eitt arbeiði, men faktisk ein lívsstílur, tí at hava ein slíkan handil, tað krevur nógv av tær. Tú mást veruliga tíma tað, sigur Kristoffer Poulsen.

Og ert tú handilsmaður í Skopun, ber illa til at halda frí.

- Um eg veruliga skal hava feriu, so má eg úr oynni ella uttanlands, tí tað vísir seg, at eri eg í Skopun, so fari eg altíð í handilin, sjálvt um eg eigi at halda frí, sigur Kristoffer Poulsen.

Í morgunsendingini greiðir hann frá søguni hjá Búrhandlinum, ið er millum elstu virkandi matvøruhandlar í landinum, og um lívið sum handilsmaður í Skopun.

a_1405-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458