Tríggir ráðharrar í bretsku stjórnini hava lagt frá sær

Tríggir ráðharrar í bretsku stjórnini hava lagt frá sær
Hóast trýstið á Keir Starmer, forsætisráðharra, veksur, hevur hann ongar ætlanir um at leggja frá sær
Keir Starmer er ikki at vika, og hann ætlar at halda fram sum forsætisráðharri.
Mynd: Tom Nicholson/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.05.2026 - 15:03

Tríggir ráðharrar hava nú tikið seg úr bretsku stjórnini, í kjalarvørrinum á vánaliga valinum hjá Labour í síðstu viku.

Og forsætisráðharrin, Keir Starmer, er undir stórum trýsti at leggja frá sær.

Triði ráðharrin, Alex Davies Jones, hevur boðað frá, at hon leggur sessin frá sær. Tað skrivar hon á sosiala miðilinum X, sambært the Guardian.

Frammanundan hava Jess Phillips og Miatta FahnBulleh lagt frá sær sum raðharrar.

 

Starmer heldur fram

Hóast vaksandi trýstið, hevur skrivstovan hjá bretska forsætisráðharranum boðað frá, at Starmer heldur fram í starvinum.

Meira enn 80 tingfólk fyri Labour hava heitt á Starmer um at leggja frá sær, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Flokkurin misti okkurt um 1.500 sessir í bretsku lokalráðnum. Flokkurin misti valdið í Wales og fekk vánaligasta úrslitið í Skotlandi higartil, skrivar BBC.

Keir Starmer var í andróðri fyrr í ár í Mandelson-málinum, eftir at hann í februar í fjør tilnevndi Peter Mandelson bretskan sendiharra í USA. 

Mandelson hevði havt tætt samband við dømda kynsbrotsmannin, Jeffrey Epstein.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762