Ráðharrar og tingfólk leggja trýst á Starmer

Ráðharrar og tingfólk leggja trýst á Starmer
Í Bretlandi økist trýstið á Keir Starmer alsamt, nú fjórði ráðharrin leggur frá sær. Meira enn 80 tingfólk fyri Labour hava boðað alment frá, at tey vilja hava nýtt formansval
Mynd: Toby Melville/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.05.2026 - 18:21

Grundarlagið undir forsætisráðharrasessinum hjá Keir Starmer ridlar, nú fjórði ráðharrin fyri Labour seinnapartin boðaði frá, at hann leggur ráðharrasessin frá sær, skriva The Guardian og bretska kringvarpið, BBC.

- Seinastu dagarnir hava víst, at bretski almenningurin hevur mist álitið á tær sum forsætisráðharra. Álitið stendur ikki til at bjarga, skrivar fráfarandi bretski heilsumálaráðharrin, Zubir Ahmed, á sosiala miðilin, X.

Tríggir ráðharrar fyri Labour, Alex Davies Jones, Jess Phillips og Miatta FahnBulleh, hava í dag lagt ráðharrasessin frá sær.

 

Tingfólk hjá Labour vilja hava formansval

Meira enn 80 tingfólk hava boðað alment frá, at tey taka undir við nýggjum formansvali. Sambært LabourList, taka 88 tingfólk hjá Labour undir við nýggjum formansvali, skrivar bretska kringvarpið.

Fyri at seta formansval á skrá, krevst stuðul frá 81 av teimum 403 tinglimunum hjá Labour.

Góð hundrað tingfólk fyri Labour hava hinvegin skrivað undir bræv, sum stuðlar bretska forsætisráðharranum.

Hóast vaksandi trýstið, hevur skrivstovan hjá bretska forsætisráðharranum boðað frá, at Starmer heldur fram í starvinum. 

Bretski forsætisráðharrin er trýstur eftir ósigurin hjá flokkinum á bretska lokalvalinum í seinastu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762