Radio Salt: "Surriartíðindi" á skránni fyri fyrstu ferð

Radio Salt: "Surriartíðindi" á skránni fyri fyrstu ferð
"Surriartíðindi" er nýggjur táttur við alternativum tíðindum úr Suðuroynni, sum fyrstu ferð varð sendur, tá Radio Salt-kvøldseta varð hildin á Drelnesi ónskvøldið 29. apríl
 
04.05.2026 - 08:46

Ónskvøldið 29. apríl var kvøldseta í Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi í sambandi við, at Radio Salt fyri aðru ferð bleiv sent beinleiðis av Drelnesi.

Á skránni var fyrsta útgávan av táttinum "Surriartíðindi", sum er ein alternativ tíðindasending úr Suðuroynni. 

Í tveimum umførum av Surriartíðindum varð fregnast um vesputíning á Tvøroyri, felagasveltu í Vági, kolagrevstur í Hvalba, umframt annað.

Ein nýggjur sangur um stóran sakn endaði seinna part av fyrstu 'Surriartíðindum'.

Vertur á Surriartíðindunum var Jónas Surr av Drelnesi. 

 

1810236

 

 

Hvat: Radio Salt
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458