Føroyar aftur í adidas

Føroyar aftur í adidas
Føroysku fótbóltslandsliðini fara í komandi undankappingum at spæla í adidas. Nýggja avtalan er galdandi næstu fýra árini
 
01.05.2026 - 10:12

Saman við níggju øðrum evropeiskum londum er Fótbóltssamband Føroya farið undir samstarv við adidas.

Avtalan, ið er galdandi næstu fýra árini, er liður í UEFA Kit Assistance Scheme-skipanini, og inniber, at bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið fara at spæla í adidas í komandi undankappingum, skrivar fsf.fo.

Skipanin fevnir um Andorra, Belarus, Føroyar, Kýpros, Kasakstan, Kosovo, Liktinstein, Norðurmakedónia, Malta og San Marino

UEFA Kit Assistance Scheme skipanin varð sett á stovn í 2007, og hevur til endamáls at útvega landsliðunum dygdargóð dystar- og venjingarklæðir, ið eru sniðgivin í tøttum samstarvi við hvørt einstakt fótbóltssamband, samstundis sum tey endurspegla søguna og fótbóltsmentanina í londunum.

Um ein góðan mánað skulu bæði kvinnu- og manslandsliðini á vøllin aftur. Fríggjadagin 5. juni spæla kvinnurnar HM undankappingardyst á útivølli ímóti Georgia, og leygardagin 6. juni spælir manslandsliðið venjingardyst móti Estlandi.

Hjá monnunum er talan um fyrra av tveimum dystum í Baltic Cup. Seinni dysturin í Baltic Cup 2026 verður týsdagin 9. juni, ímóti annaðhvørt Lettlandi ella Litava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458