Føroyar favorittar ímóti Georgia: - Farligt at snakka um krøv

Føroyar favorittar ímóti Georgia: - Farligt at snakka um krøv
Á pappírinum er føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum favorittur ímóti Georgia seinnapartin, men fótbóltur verður spældur á vøllinum, sigur Durita Hummeland við fsf.fo
- Tað er farligt at snakka um krøv, men vónirnar eru góðar, sigur Durita Hummeland
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
18.04.2026 - 10:22

Føroysku fótbóltskvinnurnar taka ímóti Georgia í HM-undankappingardysti á Tórsvølli seinnapartin leygardagin.

Farna týsdag taptu Føroyar 3-2 fyri Grikkalandi í einum dysti, sum grikkar stýrdu meir ella minni frá byrjan til enda, men ímóti Georgia eru føroyingarnir favorittar á pappírinum. Mótstøðuliðið í dag tapti nevniliga 4-0 fyri grikkum og er niðanfyri Føroyar á styrkilistanum.

 - Men vit spæla fótbólt á vøllinum, so tað kann gera tað sama, minti Durita Hummeland á í práti við fsf.fo.

 - Men vónirnar eru kanska, at vit hava bóltin eitt sindur meir og eru eitt sindur betur við enn ímóti Grikkalandi, segði verjuspælarin.

Durita Hummeland vil kortini ikki so fegin tosa um sigurskrøv í samband við heimadystin seinnapartin.

 - Eg haldi, at tað er altíð eitt sindur farligt at snakka um krøv, tá tú tosar um føroysk landslið, men vit hava víst, at vit kunnu skapa úrslit síðsta árið. Eg haldi ikki, at eg fari at seta tað sum krav, men vónirnar eru góðar, segði Durita Hummeland.

Dysturin byrjar klokkan 17, og Kringvarpið sendir dystin í sjónvarpinum frá klokkan 16.45.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523