Játtanarkarmarnir fyri 2027 vísa 63 milliónir krónur í halli

Játtanarkarmarnir fyri 2027 vísa 63 milliónir krónur í halli
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at játtanarkarmarnir fyri 2027, sum ongantíð eru lagdir fram, vísa 63 milliónir krónur í halli
Aksel V. Johannesen, fyrrverandi løgmaður, er nú landsstýrismaður í fíggjarmálum í landsstýrinum hjá Beinir Johannesen, løgmanni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.04.2026 - 19:19

Játtanarkarmarnir fyri 2027, sum ongantíð eru lagdir fram, vísa 63 milliónir krónur í halli á løgtingsins fíggjarlóg. 

600 milliónir verða nýttar til íløgur.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. 

Tað stendur annars í grein 8 í landsins játtanarskipan, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum áðrenn 1. apríl skal leggja uppskot til løgtingssamtykt fyri Løgtingið, sum fevnir um ein samlaðan játtanarkarm fyri fíggjarlógina næsta ár. 

Tað er gjørt á hvørjum ári síðani 2009, tá ið lógin kom í gildi, men tó ikki í 2019, tá ið málið um játtanarkarmar sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum fall burtur, tí tað kom ikki aftur úr nevnd. 

Og tað er eisini fallið burtur í ár, tí at val varð útskrivað.

20250416_JATTANARKARMARNIR


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523