Jórun Gardar vald í nevndina í Betri banka

Jórun Gardar vald í nevndina í Betri banka
Fyrisitingarstjórin í Smyril Line, Jórun Gardar, er nýggjur limur í nevndini í Betri banka
Jórun Gardar, sum í dag er fyrisitingarstjóri í Smyril Line, er vald inn í nevndina í Betri banka
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.04.2026 - 10:00

Betri banki hevur fingið nýggjan nevndarlim.

Á aðalfundinum herfyri var Jórun Gardar vald í nevndina.

Jórun Gardar er fyrisitingarstjóri í Smyril Line.

Hon kemur fyri Marion á Lakjuni, sum var í nevndini síðan 2015 og bar seg undan afturvali á aðalfundinum. 

Evy Jacobsen og Jens Johan Dam vóru afturvald í nevndina. 

 

Flemming B. Nielsen formaður

Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin við Flemming B. Nielsen sum formanni og Evy Jacobsen sum næstforkvinnu. 

Hini í nevndini eru Jens Johan Dam, Janet F. Johannesen, Ivan Christiansen, Jórun Gardar, Sverri M. Edvinsson, Ann Gvøðny Dánialsdóttir og Tanja M. Ósá.

Aðalfundurin samtykti at lata móðurfelagnum 50 mió.kr. í vinningsbýti.

Betri banki er dótturfelag hjá Betri.

Og Betri-samtakið er felag, sum viðskiftafólkini eiga.

Í mars boðaði Betri Banki frá, at úrslitið fyri 2025 var 330 milliónir krónur í yvirskoti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523