ABC á Breddanum: Hvar síggjast breiðu semjurnar í samgonguskjalinum?

ABC á Breddanum: Hvar síggjast breiðu semjurnar í samgonguskjalinum?
Í dag er fyrsti Breddin síðani løgtingsvalið 26 mars, og hann fer sjálvandi at snúgva seg um breiðu ABC-samgonguna, sum í gjár gjørdist veruleiki. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.04.2026 - 09:23

Dagurin í gjár var merktur av smílum, tá nýggja løgtingið kom saman fyri fyrstu ferð, og seinni var eisini pinnamatur og blómur handaðar úti í Tinganesi, har nýggju landsstýrisfólkini tóku við starvinum. 

Smíl og gott lag hava eisini eyðkent samgongusamráðingarnar, í øllum førum at síggja til.

Men fer tað at halda fram, tá ABC-samgongan av álvara fer til verka? 

Eisini verður spurt, hvussu tær breiðu semjurnar síggjast aftur í samgonguskjalinum?

Og hvat er tað fyri ein politikkur, sum vit kunnu vænta okkum í hesum valskeiðnum? 

Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, og Jóhann Lútzen, blaðstjóri á Norðlýsinum, koma í útvarpsstovuna. 

Birgit Carina Eliasen og Katrin Johannessen leggja sendingina til rættis. 

Breddin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523