- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinir gav konuni blómutyssið
Beinir gav konuni blómutyssið
Nýggi løgmaðurin, Beinir Johannesen, fekk handað eitt blómutyssi, tá hann steig á gátt í Tinganesi, ið verður hansara arbeiðspláss næstu fýra árini. Blómutyssið fekk konan

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
13.04.2026 - 14:01
Hátíðarhald er í Tinganesi í sambandi við at nýggju landsstýrisfólkini blíva tilnevnd.
Á odda fyri landsstýrinum stendur nýggi løgmaðurin, Beinir Johannesen.
Beinir Johannesen fekk handa lyklarnar til Tinganes frá pápabeiggjanum og fráfarandi løgmanninum, Akseli V. Johannesen.
Aksel V. Johannesen gav bróðursoninum lyklarnar við orðinum, at teir kunnu brúkast til at læsa upp við og læsa aftur við.
"Eg vil viðmæla tær til at brúka lyklarnar til at halda dyrnar á Tinganesi opnar við."
Beinir Johannesen fekk eisini handað eitt blómtyssi, tá hann kom út í Tinganes, men blómutyssið fekk konan, Helena.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. juni
Vísindavøka '25 - Durita Gunnarsson, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209503
Mánadag 8. juni
Vísindavøka '25 - Elsa Fróðadóttir Helmsdal, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209450

























