Tveir ungir bilførarar koyrdu ov skjótt

Tveir ungir bilførarar koyrdu ov skjótt
Teir skulu eisini upp til nýggja koyriroynd, - tað er koyring og ástøði, og rinda eina sekt, áðrenn teir aftur kunnu koyra bil
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
12.04.2026 - 10:32

Løgreglan gjørdi ferðkanningar á Glyvursvegnum á Argjum í nátt.

Tveir ungir bilførarar koyrdu ov skjótt, - annars 97 km/t og hin 89 km/t, - loyvt er at koyra 50 km/t í bygdum øki.

Hvørgin hevði havt koyrikort longri enn trý ár, og fingu tí koyriforboð. 

Tað merkir, at teir máttu seta bilin á staðnum.

Teir skulu eisini upp til nýggja koyriroynd, - tað er koyring og ástøði, og rinda eina sekt, áðrenn teir aftur kunnu koyra bil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523