Royna eftir fyrsta plássi

Royna eftir fyrsta plássi
Føroysku hondbóltskvinnurnar spældu seg endaliga til EM við sigrinum á Íslandi, og tí kunnu tær spæla uttan nervar og royna at vinna á Montenegro í dag
Bjarta Osberg Johansen spælir fyri 57. og seinastu ferð á landsliðsnum í dag. Pernille Brandenborg er einasti spælarin, sum hevur spælt oftari
Mynd: Kollektif  
 
12.04.2026 - 14:55

Føroysku hondbóltskvinnurnar kunnu fara á vøllin í Podgorica seinnapartin uttan nervar. 

Tær vunnu sannførandi á Íslandi við Tjarnir, og tá Portugal tapti fyri Montenegro hóskvøldið, var EM-plássið tryggjað fyri seinasta leikdag.

Tí verður setningurin hjá Føroyum at seta flott punktum fyri eina flotta undankapping í dystinum ímóti Montenegro í dag.

 

Kunnu vinna bólkin

Júst, hvat tað merkir, er ilt at seta orð á. Veruleikin er, at Føroyar kunnu vinna bólkin, um tað eydnast at vinna á Montenegro, men tá krevst ein sigur upp á minst sjey mál.

Tað er kanska ov nógv kravt. Føroyar hava spælt tvær ferðir ímóti Montenegro síðan oktober. Í Undankappingardystinum í Føroyum í oktober, vann Montenegro við seks málum, og í HM-bólkaspælinum í november taptu Føroyar við fimm.

Hinvegin er neyvan nakar ivi um, at føroysku spælararnir ætla sær at vinna í Bemax-høllini, sum næsta kappingarár verður nýggi heimavøllurin hjá Súnu Krossteig Hansen, sum skiftir til Budućnost. 

 

Bjarta takkar fyri seg

Frammanundan er greitt, at Bjarta Osberg Johansen spælir sín síðsta landsdyst. Strikuspælarin, ið spældi sín fyrsta landsdyst í 2012, kemur sostatt upp á 57 dystir, og tað er bert liðskiparin og kamarsfelagin Pernille Brandenborg, sum oftari hevur spælt í landsliðsblusuni.

SÍ EISINI: Bjarta takkaði fyri seg á heimavølli

Bjarta Osberg Johansen, sum gevst at spæla eftir hetta kappingarárið, hevur ikki fingið so nógvar minuttir á vøllinum síðstu árini, men hennara týdningur fyri hópin skal ikki undirmetast.

 - Bjarta hevur við sínum arbeiðssemi verið ein týdningarmikil leikari fyri Føroyar, bæði á og uttanfyri vøllin. Bjarta hevur verið ein leikari, ið altíð hevur givið seg fult út fyri liðið, skrivar Hondbóltssamband Føroya á Facebook.

Undan dystinum í dag hava Føroyar seks stig. Montenegro hava átta, meðan Portugal (4 stig) og Ísland (2 stig ) spæla um triðja plássið, sum kann geva EM-pláss. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523