Følsk SMS-boð herja: Útgeva seg fyri at vera frá Samleikanum

Følsk SMS-boð herja: Útgeva seg fyri at vera frá Samleikanum
Myndugleikar ávara móti smishing – mælt verður til ikki at trýsta á leinkið, umframt at ongantíð geva persónsupplýsingar frá sær
Soleiðis síggja sms-boðini út, sum herja í løtuni
 
11.04.2026 - 13:46

Talgildu Føroyar ávara um, at følsk sms-boð frá Samleikanum eru í umferð - og mælt verður til ikki at trýsta á leinkið í sms-boðunum.

Følsk SMS-boð - sonevnd smishing - herja í Føroyum í løtuni. Boðini síggja út at vera frá Samleikanum og biðja teg trýsta á eitt leinki og dagføra tínar upplýsingar. 

Eitt telefonnummar úr Slovenia +386 31 586 826 sigur, at "Frá og við 11.04.2026 kanst tú ikki longur nýta kontu tína. Vinarliga virkja dagførsluna skjótast gjørligt" - og so er eitt leinki viðheft.

- Men hetta eru svik, siga Talgildu Føroyar í tíðindaskrivi.

Talgildu Føroyar siga, at tey senda ongantíð leinki, har tú skalt upplýsa persónsupplýsingar, og tí skalt tú ongantíð trýsta á slík leinki.

- Peningastovnar, fjarskiftisveitarar og løgreglan arbeiða saman fyri at steðga álopunum, men tað er týdningarmikið, at øll eru á varðhaldi, siga Talgildu Føroyar.

- Fært tú slík boð, skalt tú strika tey. Og hevur tú trýst á leinkið ella givið upplýsingar, eigur tú at endurnýggja Samleikan og seta teg í samband við bankan beinanvegin, verður sagt í tíðindaskrivinum frá Talgildum Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523