Orban er í øðini

Orban er í øðini
Ungarski forsætisráðharrin sigur, at andstøðan órógvar valið, sum verður sunnudagin
Valstríðið í Ungarn er í hæddini. Nógv bendir á, at flokkurin hjá Viktor Orban, forsætisráðharra, fer at tapa valið sunnudagin.
Mynd: Attila Kisbenedek/AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.04.2026 - 14:55

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, sigur, at andstøðan hevur sett í verk "skipaðar royndir" at órógva valið, sum verður sunnudagin.

Orban, sum er tann forsætisráðharrin í Ungarn, sum hevur sitið longst, stendur fyri stórari avbjóðing. 

Sambært meiningakanningum fara hann og Fidesz-flokkurin helst at tapa fyri avbjóðaranum, Peter Magyar og flokkinum Tisza.

- Mótstøðumenn okkara halda seg ikki aftur at taka valdið, sigur Orban í einum videobroti á sosialu miðlunum.

 

Samstarva við útlendskt vald

Hann skuldsetir andstøðuna fyri bæði at samstarva við útlendsk vald, og fyri at hótta Orban-veljarar við harðskapi.

- Hetta er ein skipað roynd at nýta ruðuleika, trýst og altjóða útspilling til at undirgrava viljan hjá ungarska fólkinum, sigur hann.

Orban er sjálvur ákærdur fyri umfatandi atkvøðukeyp og fyri at leggja trýst á fólk á ymsan hátt at atkvøða fyri Fidesz-flokkinum.

 

Stýrt við jarnharðari hond

Orban hevur fingið alsamt størri jarntak á Ungarn hesi 16 árini, hann hevur stýrt. 

Fyrr í hesi vikuni fekk hann eisini hjálp í valstríðnum frá USA og varaforsetanum, J.D.Vance, sum kom til Budapest, og luttók á fleiri veljarafundum.

Hóast hetta hevur andstøðuflokkurin Tisza størri undirtøku í veljarakanningunum, og hevur varðveitt eina leiðslu uppá umleið 10 prosent, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523