40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri hvítvasking

40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri hvítvasking
33 ára gamla kvinnan, sum ikki er føroyingur, fekk fráverudóm, tí hon kom ikki í rættin
Føroya rættur dømdi kvinnuna 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri hvítvasking.
 
10.04.2026 - 08:32

Ein 33 ára gomul kvinna fekk í gjár í Føroya rætti 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri hvítvasking.

Talan er um fráverudóm, tí kvinnan kom ikki í rættin. Og hon hevði ikki lógliga fráveru.

Kvinnan var tikin á flogvøllinum í november í fjør. Hon hevði 71.000 kr. í ymiskum gjaldoyra við sær.

Politiið sigur, at pengarnir stava frá ólógligum virksemi, møguliga frá rúsevnasølu.

Kvinna missir tær 71.000 krónurnar.

Kvinnan er ikki føroysk. Hon býr í Danmark.

Hon noktar seg seka.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523