Ungur føroyskur kokkur á veg til heimsmeistarakapping

Ungur føroyskur kokkur á veg til heimsmeistarakapping
Lassi Havsteinsson Klein av Sandi skal til París 16. apríl at kappast ímóti teimum bestu ungu kokkunum í heiminum.
Mynd: Sonya Metzler  
 
09.04.2026 - 09:49

22 ára gamli Lassi Havsteinsson Klein fyrireikar seg til heimsmeistarakapping í Paris fyri ungar kokkar, sum verður hildin 16. apríl. Her skal hann kappast ímóti 9 luttakarum úr øllum heiminum í kappingini Jeunes Talents Escoffier.

Lassi gjørdi vart við seg í oktober í fjør, tá hann vann evropameistarakappingina fyri ungar kokkar í London. Sigurin setti hann á altjóða kokkakortið og gav honum møguleikan at kappast um heimsmeistaraheitið.

Hann er ættaður av Sandi, er 22 ára gamal, giftur og pápi at einum tvey ára gomlum soni. Samstundis er hann í læru sum kokkur á Søllerød Kro í Danmark, har hann verður útlærdur seinni í apríl.

Morgunsendingin fekk orðið á unga stjørnuskotið:

1805575

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458