Italia fordømir brot á vápnahvíld í Miðeystri

Italia fordømir brot á vápnahvíld í Miðeystri
Giorgia Meloni, forsætisráðharri, sigur, at tað er lívsneyðugt áhugamál hjá Italia og ES at tryggja frælsa og trygga farleið í Hormuzsundinum
Giorgia Meloni er forsætisráðharri í Italia.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.04.2026 - 14:30

Italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, fordømir brot á vápnahvíldina í Miðeystri.

Fleiri evropiskir starvsfelagar hjá henni fordøma Ísrael fyri álopið á Libanon, men Meloni nevnir, sambært Reuters, ikki ítøkiliga Ísrael og Libanon, men sigur, at Italia "fordømir øll brot á vápnahvíldina í Miðeystri".

Í røðu í italska tjóðartinginum sigur hon, at tað er lívsneyðugt áhugamál hjá Italia og ES at tryggja frælsa og trygga farleið í Hormuzsundinum.

- Vit eru eitt stig frá, at ikki vendist aftur. Men nú standa vit fyri einum skroypiligum útliti fyri friði, sum avgjørt skal strembast eftir, sigur hon, sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523