Endaliga staðfest: Føroyar skulu til EM

Endaliga staðfest: Føroyar skulu til EM
Nú er tað endaliga staðfest: Portugal taptu fyri Montenegro, og føroysku hondbóltskvinnurnar skulu til EM-endaspæl í desember
Mynd: Andrei Antal/HSF  
 
09.04.2026 - 20:41

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu til EM-endaspælið í desember. Fyri lítlari løtu síðan vann Montenegro á Portugal, og tí ber ikki longur til hjá Portugal at yvirhála føroysku hondbóltskvinnurnar. 

Tað merkir í stuttum, at Føroyar enda í minsta lagi sum nummar tvey í bólki 4. 

Sunnudagin spæla føroysku kvinnurnar móti Montenegro á útivølli. Vinna tær tann dystin, so kunnu tær enda fremst í bólkinum. Tað krevur tó at tær vinna við minst sjey málum. EM-endaspælið verður í Póllandi, Kekkia, Slovakia, Rumenia og Turkalandi í døgunum 3. til 20. desember.

Lutakastið um bólkabýtið og staðseting verður hósdagin klokkan 17.00.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523