Netanyahu: Vápnahvíldin fevnir ikki um Libanon

Netanyahu: Vápnahvíldin fevnir ikki um Libanon
Ísraelski herurin givið íbúgvunum í býnum Tyre í Libanon boð um at fara frá húsum alt fyri eitt, tí økið verður bumbað
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.04.2026 - 08:58

Ísraelski herurin, IDF, sigur, at hann fer at halda fram við álopum sínum á Suðurlibanon.

Í fráboðan í morgun sigur IDF, at íbúgvarnir í býnum Tyre skulu fara frá húsum sínum alt fyri eitt, tí økið verður bumbað. Heitt verður á sivilfólk um at fara norður um Zahrani-ánna.

Ávaringin kemur eftir, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði, at avtalan um fyribils vápnahvíld millum USA, Ísrael og Iran ikki fevnir um Libanon.

Landið hevur verið rakt av umfatandi ísraelskum loftálopum, serliga har suðuri, síðani 2. mars.

Harumframt hava ísraelskar herdeildir gjørt innrás í partar av landinum, og ísraelska stjórnin hevur ávarað um, at Ísrael enn einaferð fer at hertaka partar av Libanon í óavmarkaða tíð.

 


Yair Lapid er andstøðuleiðari í Ísrael.

 

Andstøðuleiðari: Ein vanlukka

- At Ísrael ikki er við í samráðingunum um vápnahvíldina í krígnum móti Iran er ein politisk vanlukka fyri landið, sigur andstøðuleiðarin, Yair Lapid.

- Slík politisk vanlukka hevur ongantíð verið í allari okkara søgu. Ísrael var ikki so frægt sum við borðið, tá avgerðir um kjarnan í okkara tjóðartrygd vórðu tiknar, skrivar Lapid á X í morgun.

Sambært honum hevur Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, als ikki megnað at handfara kríggið móti Iran, sum Ísrael og USA byrjaðu seinast í februar. Í nátt okkara tíð boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá vápnahvíld í tvær vikur.

- Tað fer at taka okkum fleiri ár at umvæla politiska og strategiska skaðan, sum Netanyahu hevur elvt til orsakað av arrogansu, gáloysni og vantandi strategiskari tilrættalegging, skrivar Yair Lapid m.a. á X.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523