42-45 fólk sluppu við tyrluni 

42-45 fólk sluppu við tyrluni 
Fleiri gjørdu brúk av møguleikanum at sleppa við tyrluni norðureftir, nú Smyril ikki sigldi
Tyrlan gjørdi tríggjar eykatúrar fyrrapartin millum Froðba og Havnina (savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.04.2026 - 13:06

Smyril avlýsti túrarnar klokkan hálgun níggju í morgun av Krambatanga og klokkan 11 av Havnini vegna tekniskt brek.

400 fólk skuldu norður í morgun, og tey vóru komin umborð á Smyril, tá ið boðini komu um, at skipið hevði fingið maskinbrek, og tí ikki sigldi. 

Tyrla var sett inn at flúgva millum Froðba og Havnina og eini 42-45 fólk gjørdu brúk av møguleikanum at sleppa norður. 

Dánjal Samuelsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at túrurin seinnapartin er framskundaður og verður klokkan 16 av Tvøroyri.

Broytingar eru eisini á ferðaætlanini í morgin.

 

Hoyr hvat Dánjal Samuelsen, virkandi stjóri í Strandferðsluni, segði um støðuna, í útvarpstíðindunum á døgurða:

 

1804736

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523