Sendi út neyðarkall

Sendi út neyðarkall
Um hálvgum tólv-tíðina í gjárkvøldið sigldi sleipibáturin hjá skipasmiðjuni Mest, Pressarin, á Skerhólm í Sørvágsfirði, og sendi út neyðarkall
Pressarin er nú tikin upp á kajina í Sørvági, har skaðin verður umvældur
Mynd: Dánjal Tavsen  
 
02.04.2026 - 10:17

MRCC hoyrdi neyðarkallið, og royndi at seta seg í samband við Pressaran, men har var einki svar, - helst tí menninir báðir umborð høvdu ovmikið at gera at halda bátin lens, tí hann lak illa. Teir høvdu tó boðað løgregluni frá, sum síðani sendi boðini til MRCC, sum síðani sendi tyrluna hjá Atlantsflogi á staðið.

Minni báturin hjá Sørvágs bjargingarfelag, Rescue Ivan, var  eisini sendur á staðið. Rescue Sverri er ikki tøkur í løtuni. Og alibáturin hjá Luna, Tvørfelli, kom eisini til hjálpar.

Tyrlan setti ein mann við tveimum pumpum umborð á Pressaran at halda bátin flótandi, meðan báturin var sleipaður til Sørvágs.

Báturin er í morgun tikin upp á kajina í Sørvági, sigur vaktleiðarin hjá MRCC.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523