Stuðulin til elbilar hevur kostað landskassanum 159 milliónir

Stuðulin til elbilar hevur kostað landskassanum 159 milliónir
Tað hevur kostað landskassanum 159,3 mió. kr. at stuðla elbilum, vetnisbilum og hybridbilum við mvg-afturbering árini 2017 til 2025
Síðani 2021 hava elbilar rindað 1.500 kr. árliga í vektgjaldi. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2026 - 06:21

Tað hevur kostað landskassanum 159,3 mió. kr. at stuðla elbilum, vetnisbilum og hybridbilum við mvg-afturbering árini 2017 til 2025.

Størsti stuðulin var í 2024, tá hann var 38,7 mió. kr.

Tað upplýsir Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Steffani Klein Poulsen, løgtingsmann. 

Hon leggur aftrat, at ikki ber at siga, hvussu inntøkurnar hjá landinum frá meirvirðisgjaldinum høvdu verið, um eingin stuðulsskipan var.

Tí ikki ber til at siga, hvørjir bilar høvdu verið seldir, um elbilar ikki vóru stuðlaðir.

Heldur ikki ber til at siga, hvussu nógv tað hevur kostað landskassanum at krevja lægri skrásetingargjald fyri grønar bilar.

Frá 2017 til 2021 fekk landskassin millum 160 og 185 mió. kr. um árið í skrásetingargjaldi.

Frá 2021 er minni komið, úr 70 upp í 130 mió. kr. í fjør.

Færri bilar

Ein orsøk kann vera, at færri bilar eru seldir.

Heldur ikki ber til at siga neyvt, hvussu nógv tað hevur kostað landskassanum at lata elbilum lægri vektgjøld, svarar Ruth Vang.

Til og við 2020 vóru elbilar undantiknir vektgjaldi. 

Síðani 2021 hava elbilar rindað 1.500 kr. árliga í vektgjaldi. 

Bensinbilar og dieseldrivnir rinda úr 2.000 kr. upp í 7.000 kr. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523