91 prosent av fjarhitanum í fjør stavaðu frá avlopshita

91 prosent av fjarhitanum í fjør stavaðu frá avlopshita
Gassoljan er mest sum horvin úr fjarhitaskipanini
Meginparturin av fjarhitanum í fjør kom frá avlopshita frá Brennistøðini á Hjalla, Sundsverkinum hjá SEV og Biogassverkinum Förka. (Savnsmynd)
 
12.03.2026 - 08:14

91 prosent av fjarhitanum stavaðu frá avlopshita í 2025.

Tey komu frá avlopshita frá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, Sundsverkinum og frá Biogassverkinum Förka.

Tað eru sløk fimm prosentstig meiri avlopshiti, sammett við 2024, og gassoljan er mest sum horvin úr fjarhitaskipanini, sigur Fjarhitafelagið.

 


(Mynd: Fjarhitafelagið)

 

55 prosent av fjarhitanum komu frá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, 29 prosent komu frá avlopshita frá Sundsverkinum, og sjey prosent stavaðu frá biogassverkinum Förka. 

Sostatt komu níggju prosent frá oljuketlum í skipanini, og tað eru sløk fimm prosentstig minni enn í 2024, tá ið oljuparturin var umleið 14 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523