Nýggjur stjóri í Føroya Banka í Grønlandi

Nýggjur stjóri í Føroya Banka í Grønlandi
Anne Nivíka Grødem tekur við starvinum 1. august
Anne Nivíka Grødem er nýggjur stjóri í Bankivik í Grønlandi
Mynd: KNR  
 
10.03.2026 - 14:13

Føroya banki hevur nú eisini fingið eina kvinnu í stjórastarv í Bankivik, sum Føroya banki eitur í Grønlandi.

Anne Nivíka Grødem, sum var stjóri í Visit Greenland, er vorðin tað, sum eitur landsstjóri, í Bankivik.

Hon tekur við starvinum 1. august.

Hon tekur við eftir Jesper Hansen.

Hann hevur sagt upp, tí hann og konan eru samd um at flyta aftur til Danmarkar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990