Hagstovan: Talið á fosturtøkum minkar

Hagstovan: Talið á fosturtøkum minkar
Í fjør vóru 33 fosturtøkur, og tað er minni enn í fyrraárið og árið fyri fyrraárið
Talið á fosturtøkum í Føroyum er minkað, vísa tøl hjá Hagstovuni. (Savnsmynd)
 
10.03.2026 - 09:52

kvinnur, sum eru skrásettar at búgva í Føroyum, framdu 33 fosturtøkur í fjør.

Tað vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevur almannakunngjørt.

Og tað merkir, at talið á fosturtøkum er minkað munandi, bæði um samanborið verður við 2024 og við 2023.

Í 2024 framdu kvinnur, sum eru skrásettar at búgva í Føroyum, 43 fosturtøkur, og tað vil siga, at tað í fjør vóru tíggju fosturtøkur færri enn árið fyri.

Samanbera vit við 2023, so var talið av fosturtøkum tá 42, og tí vóru tað níggju fosturtøkur færri í fjør enn í fyrraárið.

Talið av fosturtøkum í fjør nærkast nú talinum av fosturtøkum, sum var í tíðarskeiðinum frá 2013 til 2022. Tá sveiggjaði tað ímillum 19 og 32 fosturtøkur. Í 2010 og 2011 vóru eisini 33 fosturtøkur.

 

 

51,4 fosturtøkur

Tá gjørt verður upp fyri hvørji 1.000 livandi fødd, so var talið av fosturtøkum í fjør 51,4 og tað er munandi minni enn 2023 og 2024, tá tað var ávikavist 73,2 og 73,4.

Flestu fosturtøkurnar, í øllum førum eftir uppteljingini hjá Hagstovuni, sum gongur aftur til 1994, vóru í 1995, tá tær vóru 60 í tali, og í 1998, tá tær vóru 59 í tali.

Gjørt upp fyri hvørji 1.000 livandi fødd, var talið av fosturtøkum í 1995 og 1998 ávikavist 91,6 og 94,4.

 

Fáar fosturtøkur sammett við grannalondini

Samanborið við hini Norðurlondini liggja Føroyar lágt, tá tað snýr seg um fosturtøkur. Vit hava ikki nýggj tøl fyri grannalondini, men í tølum fyri 2019 lá Svøríki hægst við umleið 320 fosturtøkum fyri hvørji 1.000 livandi fødd børn. Danmark, Ísland og Noreg lógu millum 220 og 250, og lægst lá Finnland, sum lá niðan fyri 200.

Grønland er ikki við í tí uppgerðini, men har veit landslæknaembætið at siga, at tað vóru 1.034 fosturtøkur í 2023 og 926  í 2024. Hetta eru størstu tølini í Norðurlondum, og sambært landslæknaembætinum í Grønlandi ivaleyst eisini í øllum heiminum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978