Bjargingarskipini úr at gera

Bjargingarskipini úr at gera
Útróðrarbátur fekk rekatrol um skrúvuna, og línubátur fekk trupulleikar við róðrinum
Tjaldrið og Brimil hava havt nógv at gera seinastu dagarnar.
 
10.03.2026 - 08:05

Vaktar- og bjargingarskipini hava havt nógv at gjørt seinastu dagarnar.

Hósdagin fekk ein útróðrarbátur rekatrol um skrúvuna.

Hann var staddur norðan fyri Føroyar. Brimil fór til hjálpar og fekk rekatrolið av skrúvuni.

 

Til Klaksvíkar við línubáti

Leygardagin fylgdi Tjaldrið einum linubáti til Klaksvíkar. Báturin var í Kalsoyarfirði, tá hann fekk trupulleikar við róðrinum.  

Sunnudagin tók Tjaldrið eina stóra rekaboyu.Hon var sædd úr landi norðuri úr Gjógv.

Og í gjár fylgdi Rescue Vón einum útróðrarbáti til Eiðis. Hann var á Norðhavinum, tá hann fekk maskintrupulleikar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978