Valstríðið í Kringvarpinum byrjar nú

bannari
Valstríðið í Kringvarpinum byrjar nú
Sendingar vera bæði í úvarpinum og sjónvarpinum
Hesa vikuna leggjast tvær valsendingar aftrat í útvarpinum.
 
09.03.2026 - 09:06

Valstríðið í Kringvarpinum byrjar av álvara hesa vikuna.

Fyrsta sendingin var leygardagin, í Vikuni, har flokkar koma á gátt at svara spurningum frá lurtarum hvønn leygarmorgun fram til valið.

Hesa vikuna leggjast tvær valsendingar aftrat í útvarpinum.

Mikudagin verður fyrsta Skratsj-sending av seks, har tosað verður við ung valevni, sum stilla upp fyrstu ferð.

Andgletturin verður hósdagin, har forfólkið í flokkinum og tvey umboð koma at svara hvøssum spurningum. Fyrsta sendingin er hósdagin og síðan koyra tær dag um dag, tó ikki í vikuskiftinum.

Í sjónvarpinum vera eisini fleiri sendingar, eitt nú kjak, og farið verður um landið.

Lagt verður fyri seinni í vikuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162