Hugskotið um app verður helst til veruleika

Hugskotið um app verður helst til veruleika
"SafeHike", ið vann Ungt Virki á Kambsdali fríggjadagin, er eitt hugskot um eina app, sum ferðavinnan ætlar er at gera til veruleika
Vinnarar av Ungum Virki 2026 vóru SafeHike
 
08.03.2026 - 18:22

- Visit Faroe Islands er sera áhugað í hugskotinum, og vit arbeiða nú saman við teimum at gera hugskotið til eina veruliga app, sigur Jóna Ellefsdóttir úr Sørvági, sum er ein av teimum ungu í 1g á Glasi í bólkinum "SafeHike", ið hevur ment hugskotið.

Tað var "SafeHike" á Glasi, sum vann Ungt Virki, sum var hildið fríggjadagin á Kambsdali.

Talan var um finaluna í Ungum Virki 2026, har næmingar úr miðnámsskúlum kring landið kappaðust um besta hugskotið.

Dagurin savnaði næmingar, lærarar, dómarar og vinnulív um eitt felags endamál: At menna og vísa føroyskan íverksetarahug og nýskapan.

 

SafeHike

Tey trý ungu á Glasi í "SafeHike", Jóna Ellefsdóttir, Maria í Stórustovu og Sámuel á Smið høvdu gjørt eina app, ið skal gera tað tryggari og hugaligari at ferðast í føroysku náttúruni.

Nummar tvey var ein bólkur á Kambsdali, sum kallaði seg "Lýsi loysn", ið hevði gjørt eitt nýmótans lýsiprodukt, eitt gummibomm, ið skal fáa fleiri at taka heilsufremjandi lýsi.

Nummar trý var Ventra á Glasi. Teirra hugskot var munnverji úr silikon, ið skal minka um livurhøgg og betra um úthaldni í samband við venjing.

Í alt vóru 85 ungdómar í miðnámsskúlunum í tilsaman 25 fyritøkunum við í kappingini. 

Vinnarin av Ungum Virki 2026 "SafeHike" fer nú at umboða Føroyar í ríkisfinaluni í Keypmannahavn 5. mai 2026.

 

1799461


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978