Vit spæla Gekk í annaðkvøld klokkan 19.20

Um KVFTíðindi
Vit spæla Gekk í annaðkvøld klokkan 19.20
Gekkurin er framskundaður til klokkan 19.20 í sambandi við Faroese Music Awards - FMA
Mynd: Grafikkur: Bárður Mikladal (Kyka)  
 
05-03-2026

Vanliga spæla vit Gekk fríggjakvøld kl. 19.40, men í annaðkvøld verður hann á skrá beint eftir Dag og viku klokkan 19.20. Gekkurin hesa vikuna er komin upp á 950.000 krónur. 

Orsøkin til broytingina er, at ársins bestu føroysku tónleikaavrik skulu heiðrast í Faroese Music Awards. Handanin verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið og verður send í sjónvarpinum klokkan 20. 

Í alt 13 heiðurslønir verða handaðar, og seks framførslur eru eisini á skránni. 

 
(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen) Brimheim var heilt stóri vinnarin á FMA í Varpinum í fjør

Les meira her: 
FMA 2026: Ársins bestu tónleikaavrik skulu kjósast fríggjakvøldið | Kringvarp Føroya 

Tí verður Gekkurin hetta kvøldið framskundaður, og Dagur og vika verður stytt. 

Sí alla sjónvarpsskránna her. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978

Um kvf css