Uppskot um grindadráp strandaði í vinnunevndini - og datt burtur

bannari
Uppskot um grindadráp strandaði í vinnunevndini - og datt burtur
Tingmenn úr øllum flokkum bóðu landsstýrið um at broyta lógina soleiðis, at bara grindalógin er galdandi fyri grindadráp. Ikki lógin um djóravælferð
Sýslumaður og grindamenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð í einum grindadrápi í Hvannasundi í fjør summar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.03.2026 - 07:55

At løgtingsnevndirnar ikki altíð megna at halda freistir ger, at stórir spurningar ikki vera svaraðir.

Freistin at koma við áliti um eitt mál er ein mánaður.

At vinnunevndin verri enn so heldur hana ger, at spurningurin um grindadráp og lógina um djóravælferð verður ikki svaraður enn á sinni.

Tingmenn úr øllum flokkum komu fyrst í desember í fjør við uppskoti til samtyktar um tað, sum teir kalla at verja rættin at veiða villini djór.

Teir biðja landsstýrið broyta lóggávuna soleiðis, at bara grindalógin er galdandi fyri grindadráp. Ikki lógin um djóravælferð.

 

Liggur enn í vinnunevndini

Tað uppskotið er enn í vinnunevndini, hóast freistin at koma við áliti var 10. januar. 

Og sambært heimasíðuni hjá vinnunevndini hevur nevndin ikki biðið um longda freist.

Og nú val verður, dettur málið burtur. 

Sýslumaður og grindamenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð í einum grindadrápi í Hvannasundi í fjør summar.

Politiið kannar enn tað málið, so skuldsetingarnar standa við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978