Taks kann beina heilivág burtur

Taks kann beina heilivág burtur
Tað hevur Kærustovnurin staðfest í tveimum førum
Apoteksverkið hevur einkarrætt at innflyta heilivág til Føroya.
 
05.03.2026 - 08:06

Taks hevur loyvi til at beina burtur heilivág, sum fólk fáa sum postsending, tí Apoteksverkið hevur einkarrætt at innflyta heilivág til Føroya. 

Tað hevur Kærustovnurin staðfest í tveimum førum. 

Í aðrari kæruni segði tann, sum kærdi, seg ikki kenna reglurnar um innfluttan heilivág. 

Kærarin spurdi, um heilivágurin kann fáast gjøgnum apotek.

Tann spurningin kundi Taks ikki viðgera.

 

Má sjálvur gera avtalu

Taks segði, at kærarin má sjálvur gera ein avtalu við apotekið um at broyta innflutningin av heiliváginum soleiðis, at Apoteksverkið verður innflytari í staðin fyri kæraran.

Í einum øðrum føri sigur kærarin, at talan er ikki um heilivág, men um kosmetiska vøru.

Taks spurdi landsapotekaran. Hann segði, at talan var um heilivág.

Tí var postsendingin burturbeind. Og Kærustovnurin staðfesti ta avgerðina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659