Álopini í Miðeystri halda fram

Álopini í Miðeystri halda fram
Ísrael hevur bumbað mál í Libanon, og USA og Ísrael hava í felag lopið à Teheran
USA og Ísrael í hava aftur felag framt álop á iranska høvuðsstaðin, Teheran.
Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.03.2026 - 11:53

Aftur í dag frættist um ógvilslig álop í Miðeystri..

Sambært altjóða miðlum hevur Ísrael bumbað fleiri mál í Libanon, og um somu tíð hava USA og Ísrael í felag framt álop á iranska høvuðsstaðin, Teheran.

Iran hevur svarað aftur við rakettálopum á Katar og Ísrael.

Í Katar eru fólk biðin um at ikki fara frá húsum, nú hóttanarstigið er hækkað.

Myndugleikarnir siga, at øll skulu halda seg innandura, ikki fara út og halda seg burtur frá vindeygum.

Í høvuðsstaðnum Doha sæst svartur roykur, upplýsa tíðindafólk á staðnum fyri AFP-tíðindastovuni.

Í løtuni verða fleiri flógvalond álopin av Iran, nú kríggið í Miðeystri hevur vart í seks dagar.

Flógvalond eru sum lús millum tvær negl, tí amerikanski herurin er til staðar, og hevur herstøðir í hesum londum.

Flógvalondin eru Barain, Katar, Kuvait, Oman, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978