Rakul bjargaði og Føroyar vunnu

Rakul bjargaði og Føroyar vunnu
Føroyar lyftu seg upp undir liðina á Montenegro við tryggum sigri á Portugal og góðari hjálp frá verjuni og Rakul Wardum, sum stórspældi í føroyska málinum
Mynd: Andrei Antal/HSF  
 
04.03.2026 - 21:05

Tað var ikki flottasti dysturin, sum føroysku hondbóltskvinnurnar hava spælt.

Í øllum førum ikki um hugsað verður um tað álopsspælið, ið tær mangan hava borðreitt við. Hesa ferð fingu evnaríku føroysu bakspælararnir ongantíð veruliga glið á og Føroyar skutu 'bert' 25 mál.

At heimaliðið kortini vann dystin lutfalsliga trygt sigur ikki so lítið um innsatsin frá verjuni og serstakliga Rakul Wardum í málinum, sum uppiborið fekk heiðurin sum dagsins kvinna við Tjarnir.

Úrslitið sigur kanska eisini eitt sindur um Portugal. Tær gjørdu eisini eitt hav av mistøkum og misnýttu eina ørgrynnu av kjansum, sum ein vanligan dag verða umsettir til mál.

 

Óruddiligur fyrri hálvleikur

Føroyar fingu nøsina framum tíðliga í dystinum, tá Lív S. Poulsen gjørdi vart við seg við fleiri málum av høgra veingi. 

Bæði liðini høvdu ilt við at fáa glið á, og portugisar vóru eisini darvaðar av mongu útvísingunum, sum tær við klossutum verjuspælið fingu frá dómarunum.

Føroysku bakspælararnir, sum vanliga eru í miðdeplinum við sínum kynstrum í duellspælinum, sluppu ikki veruliga ígjøgnum, hóast bæði Jana Mittún og Maria Pálsdóttir Nólsoy komu á máltalvuna og vunnu Føroyum nøkur brotskøst, sum Anna Elisabeth H. Weyhe gangnýtti til fulnar.

 

Góð byrjan eftir steðgin tryggjaði sigurin

Trý mál vóru á muni, tá liðini fóru til hálvleiks, men um nakar var í iva um sigurin, hvarv ivin helst við teimum trimum málunum, sum Føroyar skoraðu beint eftir steðgin.

Pernille Brandenborg, Lív S. Poulsen og Bjarta Osberg Johansen stóðu fyri teimum, meðan Rakul Wardum meir ella minni køvdu spæligleðina hjá portugisum við fleiri stórbjargingum.

LES EISINI: Við so góðum bjargingum er stuttligt at standa í mál

Spælið var framvegis langt frá lýtaleyst, men seks máls leiðslan var ov mikið fyri Portugal, sum ikki megnaði at hótta føroysku kvinnurnar í nóg stóran mun.

Gamaní nærkaðust tær eitt sindur viðhvørt, men Føroyar svaraðu aftur hvørja ferð og vunnu 25-21 til endans.

 

Ísland loypti hvøkk á

Tað sum kanska loypti mest hvøkk á føroyska hondbóltsfjepparan var, at Ísland vann á Montenegro á heimavølli. Tað merkir, at Føroyar eru ájavnar við balkantjóðina við fýra stigum, meðan bæði Portugal og Ísland nú hava tvey í part.

Úrslitini hava við sær, at alt framvegis er víðopið í bólki 4, har tvey tey fremstu spæla seg beinleiðis í EM-endaspælið og fýra tey bestu á 3. plássi eisini sleppa upp í part.

Tað kunnu spælararnir síggja sum eitt trýst ella ein møguleika, helt venjarin Claus Mogensen eftir dystin. Útfrá heimadystinum skulu Føroyar ikki vera bangnar fyri at fara eftir sigrinum sunnudagin, tá Portugal tekur ímóti.

 

Við Tjarnir (EM-undankapping)

Føroyar - Portugal 25-21 (12-9)

Føroysku málskjúttarnir: Lív S. Poulsen 5, Anna Elisabeth H. Weyhe 5, Pernille Brandenborg 4, Maria P. Nólsoy 4, Jana Mittún 3, Lív B. Zachariasen 2, Bjarta O. Johansen 1, Rannvá Olsen 1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990