FMA2026: Ársins bestu tónleikaavrik skulu kjósast fríggjakvøldið

FMA2026: Ársins bestu tónleikaavrik skulu kjósast fríggjakvøldið
Norðurlandahúsið er karmur um handanina av FMA-heiðurlønunum fríggjakvøldið, sum verður send í sjónvarpinum. 13 heiðurslønir skulu handast, og seks framførslur eru á skánni
Brimheim var heilt stóri vinnarin á FMA í Varpinum í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.03.2026 - 20:50

Reyða langmottan verður rullað út frammanfyri Norðurlandahúsið fríggjakvøldið, tá ársins bestu tónleikaavrik skulu kjósast. 

13 heiðurslønir skulu handast, og seks nøvn, ið hava gjørt vart við seg í 2025, skulu framføra. 

Kringvarp Føroyar vísir FMA í sjónvarpinum, men tiltakið er annars alment, og tað ber enn til at keypa atgongumerkir til tónleikafagnaðin. 

Seinastu fyrireikingarnar eru í gongd í Norðurlandahúsinum í løtuni. 

 

Ársins útgáva og sangur

Størsti spenningurin er altíð um, hvør útgávan verður kostin ársins besta.

Fimm útgávur eru tilnevndar. Tær eru:

“Í Ævir” - Elinborg
“It's been a while” - jazzygold
“Skull-Sized Kingdom” - Lyon Hansen 
“Sólskin” - Stanley Samuelsen
“Tá hvørt ljós líkist tær” - Benjamin Rajani

Næststørsti spenningurin er um, hvør eigur ársins besta sang.

Fimm sangir eru tilnevndir. Teir eru:

"Cake (Baddies Edition)" - jazzygold, Marianna Winter, Tamara Mneney
"Kamarið" - Tøgn
"Patio" - Marianna Winter
"Blóð" - Elinborg 
"Tveitan" - Tunghoyrt

 

SÍ EISINI: FMA 2026: Tilnevningarnar

 


Mynd: Bárður Lydersen

 

Elinborg fimm tilnevningar

Elinborg gongur á odda í FMA-tilnevningum í ár, sum eru fimm í tali, fyri hennara fyrstu heildarútgávu, "Í ævir".

Jasmin Mote er tilnevnd fýra ferðir, meðan Marianna Winter og Lyon Hansen hava hvør sínar tríggjar. 

20260213_FMA_TILNEVNINGAR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978