Skipaferðslan í Hormuz-sundinum minkað niður í einki

Skipaferðslan í Hormuz-sundinum minkað niður í einki
Skipini, sum enn eru í sundinum, sigla undir iranskum flaggi
Vanliga er nógv skipaferðsla í Hormuz-sundinum, men nú er hon minkað niður í einki.
Mynd: Al Jazeera  
 
03.03.2026 - 13:28

Nærum eingin skipaferðsla er í Hormuz-sundinum, millum Iran og arabisku hálvoynna, har mesta skipaferðsla í heiminum vanliga er.

Og skipaferðslan er nærum minkað niður í einki síðani í gjárkvøldið, tá ein yvirmaður í iransku kolveltingarhirðni segði, at Iran "fer at seta eld á skipini", sum royna at sigla gjøgnum sundið.

Nøkur fá skip eru enn í sundinum- flestu teirra sigla undir iranskum flaggi.

Seinastu dagarnar hava stuðlar hjá iranska stýrinum á miðlinum Telegram deilt eina røð av upptøkum frá einum álopi 1. mars á skipið Skylight.

Stuðlarnir siga, at videomyndirnar eru eitt dømi um, hvat teir eru førir fyri at gera, hóast USA sigur, at Hormuz-sundið framvegis er opið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978