Føroyingur í Barein: Vit kenna okkum ótrygg

Føroyingur í Barein: Vit kenna okkum ótrygg
Bogi Berg arbeiðir í Saudiarabia, men býr í Sar, sum er í útjaðaranum í høvuðsstaðnum, Manama, í Barein
Bogi Berg avmyndaður saman við familju síni í Barein.
 
03.03.2026 - 14:02

Lúðrarnir ljóðaðu í Barein fyrrapartin, men ikki er greitt, hví teir vóru settir í gongd.

- Vit kenna okkum ikki trygg í Barein í løtuni, sigur Bogi Berg, nú stríðið breiðir seg í Miðeystri, eftir at USA og Ísrael leygarmorgunin lupu á fleiri mál í Iran.

Bogi Berg arbeiðir í Saudiarabia, men býr í Sar, í útjaðaranum í høvuðsstaðnum Manama í Barein.

Hoyr samrøðu við hann her:


 

03032026_Bogi_Berg

 

Amerikanska uttanríkisráðið hevur heitt á amerikanskar ríkisborgarar um at fara úr tilsamans 14 londum í Miðeystri. Millum annað í Barein.

Føroyska uttanríkisráðið mælir føroyingum, sum eru í vandaøkjunum í Miðeystri, til at fylgja tilmælunum hjá danska uttanríkisráðnum og ráðum hjá myndugleikum, segði Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkisráðnum, við útvarpið sunnudagin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978